VIDEO: AaB-AC Horsens 2-4 (2-2)

(Video) Síggj málini frá dystinum sum Hallur Hansson og liðfelagarnir vunnu norðuri í Ålborg

Hallur Hansson spældi allan dystin, tá lið hansara, AC Horsens í dysti í donsku superliguni vann 4-2 á AaB á útivølli norðuri í Ålborg. Talan var um ein sera undirhaldandi dyst. Støðan í steðginum var javnleikur 2-2.

 

Hallur Hansson, ið hevur skotið seks mál fyri AC Horsens hetta kappingarárið skoraði ikki í dag, men hann átti sín lut í 1-1 málinum hjá AC Horsens.

 

AaB – AC Horsens 2-4 (2-2)
1-0 Tom van Weert (13.)
1-1 Kasper Junker (25.)
1-2 Oliver Drost (28.)
2-2 Kasper Kusk (33.)
2-3 Michael Lumb (61.)
2-4 Lasse Kryger (89.)

 

Komandi sunnudag spælir AC Horsens seinasta dystin undan jólasteðginum tá FC Midtjylland vitjar CASA leikvøllin í Horsens.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini sum komu í dystinum millum AaB og AC Horsens.