Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 05.12.2018 (09:19)

Video: Bach í Kirkjubø í annaðkvøld

Í annaðkvøld, hóskvøldið klokkan 19:30, verður forkunnuga jólakonsertin »Bach í Kirkjubø« í Kirkjubøar kirkju.

 

Har fer ein strúkikvartett saman við gittara og við Biritu Poulsen, ið lesur í Berlin, sum solisti at framføra Bach.

 

– Tað eru bert 110 pláss, so tað ræður um at verða í góðari tíð, siga fyrireikararnir, sum eftir konsertina bjóða til móttøku í Roykstovuni.

 

Omanfyri sæst ein brellbiti av konsertini. Upptøkan er frá í gjárkvøldið, tá Kringvarpið tók konsertina upp at senda um jólini.

 

Konsertin byrjar sum sagt í annakvøld klokkan 19:30. Men okerstrið byrar tó klokkan 19 spakuliga at hita upp.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her