Video: Brimil fekk farmaskip av aftur

Brimil mátti hjálpa til í nátt

Um klokkan 23.00 í gjárkvøldið rendi eitt farmaskip seg fast við nýggju havnaútbyggingina í Havn. Ein loðsur kom til skipið sum tað fyrsta um midnáttarleitið og eftir hetta komu Pressarin og Samson at hjálpa til. 

 

Tað eydnaðist tó ikki fyrr enn Brimil kom á staðið og hjálpti til. Tað var um klokkan 01.00 í nátt, at tað bragdaði. 

 

Vakthavandi hjá MRCC sigur, at tað gekk skjótt og væl fyri seg, og farmaskipið nú liggur við keið. Trýst á pílin fyri at síggja upptøkurnar av farmaskipinum í nátt, tá ið tað kom av aftur.