Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 07.12.2017 (20:02)

Video: Eg kenni meg vælkomnan at vitja sjúklingar

Øssur Berghamar hevur síðani sjeyti árini virkað sum trúboðari í Danmark. Hann var í nógv ár leiðari fyri Kristnastovu á Amager, sum hann og konan Susan tóku stig til í 1973, og øll árini hebur hann regluliga vitjað føroyskar sjúklingar í Keypmannhavn.


– Eg sá tíðliga, at tað var ein tørvur á at vitja føroyingar, sum komu niður í sjúkraørindum. Eg byrjaði longu í 1973 at støkka inn á gólvið hjá sjúklingum, og tað hevur hildið fram øll árini, sigur Øssur Berghamar.

Hann og onnur av Kristnastovu leggja eisini leiðina fram við á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn hvørt hóskvøld.

Øssur Berghamar vitjar mangan fólk, sum eru illa fyri heilsuliga, og í nógvum førum eru tað fólk, hann ikki kennir.

– Tað hevur fallið mær nokk so natúrliga at vitja tey, og eg kenni meg altíð vælkomnan. Eg eri varin og ansi eftir, at eg ikki órógvi nakað, sigur Øssur Berghamar.

Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Øssur Berghamar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her