Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 05.12.2017 (16:58)

Video: –Eg taki ikki undir við fastognarskatti

–Tann skattalættin, sum hendan samgongan framdi var eitt stig á røttu leið, men vit mugu gera meira fyri at lækka skattin, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við Danjal av Rana, tá hon í dag tók ímóti skattaálitinum. 

 

 

– Nú er hetta ein óheft og faklig skattanevnd, sum er sett at koma við tilmælum og endurskoða skipanina, og vit fara at taka tilmælini til politiska viðgerð. Undirtøka verður ikki fyri øllum tilmælunum, sigur hon. 

 

 

– Eg taki ikki sjálv undir við fastognarskatti, og eg legði til merkis, at skattanevndin hevur ikki roknað við inntøkum frá tílíkum skatti, men heldur skulu kommunurnar fáa nýggjar inntøkur úr tænastugjaldi, sigur Kristina Háfoss. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her