fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 02.11.2018 (09:10)

Video: Eva greiðir frá lívinum í Stóra Dímun

Green Renaissance er eitt toymi á fýra fólk, ið stremba eftir at fortelja positivar og kveikjandi søgur. Hetta gera tey í stuttum filmsbrotum, har tey hava samrøður við fólk, ið gera okkurt serstakt ella fólk, sum eru ávirkað av náttúruni.  

 

Tey hava verið í Føroyum og funnið sær nýggjan íblástur til nýggjar filmar.

 

Í nýggjasta filminum hitta tey Evu úr Dímun, sum fortelur um lívið á Stóru Dímun, og hvussu tað er at búgva so avskorin. Hon sigur, at hóast tey búgva einsamøll á oynni, føla tey seg ongantíð einsamøll, og hon kundi ikki ímyndað sær eitt annað lív enn lívið á Stóra Dímun.

 

- Vit eru her, tí vit hava valt at vera her. Um mann velur eitt lív sum hetta, má mann vilja tað, tí tað er so serligt. Annars kundi mann ikki búð her, sigur Eva úr Dímun m.a. í samrøðuni.

 

Fyri tveimum vikum síðani vístu Green Renaissance eina aðra samrøðu úr Føroyum. Her var tað listamaðurin í Leynum, Ole Jakob Nielsen, sum m.a. hugleiðir um kreativitet og kærleika. Tað ber til at síggja tann filmin her.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her