Leita á in.fo

Barbara Holm 02.01.2018 (16:45)

Video: Ferðafólk í hópatali í Vági á nýggjárinum

Tá ið eitt tað størsta nýggjárshaldið í landinum, nevniliga í Vági, varð á skránni hesaferð, so var tað ikki bara við føroyingum sum áskoðarar. 

 

 

Tí heimasíðan nyggjar.com, sum er heimasíðan hjá Nýggjársnevndini í Vági, skrivar í dag, at í lítlari kanning millum teirra, sum leiga út til gisting í Vági kemur fram, at fólk frá í øllum førum níggju ymiskum londum vitjaðu í Vági á nýggjárinum. 

 

 

- Longu tíðliga í desember var greitt, at fleiri útlendsk ferðaløg fóru at koma til Nýggjárshaldið í Vági. Men tá faklagongan byrjaði úti í miðbýnum í Vági, gjørdist skjótt greitt, at nógv fleiri útlendskir gestir (tey flestu við myndatólum) enn man visti um vóru komnir til Vágs, skrivar síðan. 

 

 

- Tvey ymisk ferðaløg vóru úr USA. Tvey ymisk ferðaløg vóru úr Skotlandi. Ferðaløg vóru eisini úr Kina, India, Italia, Fraklandi, Týsklandi, Íslandi og Danmark, skrivar síðan. 

 

 

Hetta videobrotið, sum tú kanst síggja við at trýsta á pílin á myndini, hevur Mortan Mortensen tikið. Her síggjast fyrireikingar til nýggjárhaldið og sjálv faklagongan, stóra bálið, har ein bátur verður brendur og so fýrverki. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her