VIDEO: FH-Braga 1-2 (1-0)

(Video) Síggj málini, sum komu í Europa League dystinum millum FH og portugisiska liðið Braga

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj tey trý málini, sum komu í dystinum í Europa League høvuðsundanumfarinum millum FH og Braga á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði í kvøld. 

 

Við einum máli góðar fimm minuttir undan hálvleikssteðginum syrgdi Halldór Orri Björnsson fyri, at FH heldur óvæntað fór til hálvleiks á odda 1-0. Seinni hálvleikur var eitt korter gamal, tá ið Paulinho javnaði til 1-1 fyri gestirnar.

 

FH royndi at halda fast, men góðar 10 minuttir fyri leiklok eydnaðist tað gestunum at fáa sigursmálið. Tað var Nikola Stoiljkovic, ið tryggjaði Braga 2-1-sigurin undan returdystinum, sum verður í Portugal um eina viku.

 

Morgunblaðið setir spurnartekin við, um Gunnar Nielsen ikki átti at bjargað tí fyrra málinum hjá Braga, men annars eru bæði Morgunblaðið og aðrir íslendskir miðlar samdir um, at Gunnar stóð ein branddyst í málinum.

 

Venjarin hjá Braga, Abel Ferreira segði við Morgunblaðið aftaná dystin, at FH stríddust sum sannir víkingar, og tað var torført hjá Braga at fáa sigurin til høldar.