fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7.7m/s

Leita á in.fo

Fraklendingar kunnu fegnast um at verða í HM-finaluni á triðja sinni í søguni

Heri Simonsen 10.07.2018 (22:05)

Video: Frakland-Belgia 1-0 (0-0)

Frakland er á triðja sinni í søguni partur av HM-finaluni í fótbólti. Í 1998 vann Frakland 3-0 á Brasil í HM-finaluni á heimavølli í París. Í 2006 taptu teir HM-finaluni í Berlin í Týsklandi ímóti Italia aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

Talan er um sættu endaspælsfinaluna hjá Fraklandi, ið vann EM á heimavølli í 1984, og EM sum var í Belgia og Niðurlondum í 2000. Fyrraárið tapti Frakland 0-1 ímóti Portugal í EM-finaluni á heimavølli.

 

Frakland vann uppgerðina móti Belgia 1-0 við máli frá verjuleikaranum, Samuel Umtiti, tíðliga í seinna hálvleiki. Málið kom eftir hornaspark úr høgru síðu, har Samuel Umtiti skallaði bóltin væl inn við fremru stong.

 

Sum heild var talan um eina spennandi uppgerð. Belgia var meira á bóltinum gjøgnum dystin, men samanumtikið var Frakland tað vandamiklara liðið, har fraklendingar serliga vóru vandamiklir uppá skjótálop. 

 

Í HM-finaluni sunnudagin klokkan 16 verður antin Ongland ella Kroatia mótstøðuliðið. Ongland og Kroatia spæla í annaðkvøld klokkan 19. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Frakland og Belgia.

 

Frakland – Belgia 1-0

1-0 Samuel Umtiti, 51. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her