VIDEO: Hamburg-THW Kiel 28-28 (Samandráttur)

(Video) Síggj hvussu liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu misti sigurin úr hondum í seinastu løtu

Elias Ellefsen og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld dyst á útivølli móti Hamburg í týsku bundesliguni.

 

Dysturin endaði við javnleiki 28-28. Í steðginum var Kiel á odda 16-15. 

 

Tá minni enn ein minuttur var eftir av dystinum var Kiel á odda 28-26. Men fyrst minkaði Niklas Weller hjá Hamburg um munin til 27-28. Tá 15 sekund vóru eftir av dystinum bjargaði málverjin hjá Hamburg einum brotskasti hjá Kiel, og í allarseinasta sekundinum javnaði Frederik Bo Andersen til endaliga úrslitið 28-28. Ótrúliga beiskt fyri Elias og liðfelagarnar.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Elias sæst við nummar 71 á rygginum:

 

##med2##