Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 10.10.2017 (20:50)

Video: – Havi verið í størstu neyð sjálvur

Í dag er altjóða sálarheilsudagur, og ljós hevur eisini verið varpað á sálarheilsu í Østrøm, har stórt tiltak hevur verið. Eisini varð fyrsta Sálarheilsuvirðislønin handað í kvøld, og hana fekk Martin Kúrberg, leiðari á viðgerðarstovninum Frælsi á Eiði.

 

 

Les: Martin Kúrberg fekk Sálarheilsuvirðislønina

 

 

– Eg havi hug at siga, at man skal minnast til, at um hesa tíðina fyri 20 árum síðani, sat eg allarhelst í Tórshøll ella í Steinatúni. At sjálvur hava verið í størstu neyð ger, at ein reisist úr stólinum líkamikið nær neyðarkallið kemur, segði hann millum annað í takkarrøðu síni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her