Video: Her er Silvurdrongurin

Silvurdrongurin er nýggjur tónleikabólkur, sum er ávegis við sínari fyrstu útgávu.


Nú er fyrsta staklagið av útgávuni tøkt og kann hoyrast og upplivast sum tónleikavideo.

Sangurin kallast ”Menniskju=menniskjaslig”, og stílurin er hipphopp/tripphopp.

Manningin í bólkinum er Trygvi Danielsen, Per I. Højgaard Petersen og Karl Andrias Stórá.

Trýst á pílin í myndini fyri at hoyra nýggja sangin.