Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 06.02.2017 (10:49)

Video: Her setir Tórur nýtt met

Útlitini vóru ikki av teimum besti, tá ið Tórur Mortensen var við í Kapping í trýstøkk í Danmark nú um vikuskiftið

 

Tveir skaðar hava darvað teknisku venjingini rættuliga nógv, og tá so hann harafturat fekk krím beint uppundir kappingina, so gjørdist tað heila enn meir áhugavert, siga tey í Hvirluni í morgun.

 

Men at allir teir fremstu í Danmark vóru við, gjørdi at motivatiónin at var til staðar.

 

Kappingin var í høllini hjá danska vinarfelagnum Aarhus 1900 í Marselisborg skógini.

 

– Tað serliga við hesi kapping var, at einans lop var á skránni. Harumframt var hvør leypari biðin um, at velja sær tónleik at leypa til. So tá Tórur fór í gongd við fyrsta lopið, dunaði Tróndur í Gøtu hjá Týr gjøgnum hátalararnar.

 

Fyrsta lopið miseydnaðist, men Tórur kendi onki til skaðan. Í øðrum lopinum gekk væl betur, men í triðja lopinum leyp hann 14,78 metrar, og bøtti sostatt enn eina ferð um føroyska metið, sum hann sjálvur annars átti.

 

Og tað rakk eisini til eitt fyrstapláss í kappingini, men her hendi so tað, at harðasti kappingarneyti hansara, Peder Pawel Nielsen, fekk ein skaða, og mátti úr kappingini

 

Í Hvirluni vóna tey, at skaðin verður heilt burtur, tá ið næsta kappingin í trýstøkk verður, og tað er kappingin um danska meistaraheitið, har Tórur vantandi skal leypa væl longri, skal hann basa Peder Pawel Nielsen, og sostatt endurvinna meistaraheitið.

Men fyrst skal hann tó royna seg í longdarlopi og í sprint á Stórmót ÍR í Reykjavík komandi vikuskiftið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her