Video: Her tapir Sarah Mahfoud HM-dystin

Her kanst tú síggja samandrátt av HM-dystinum hjá Sarah Mahfoud

Sarah Mahfoud tapti í nátt dystin ímóti australsku Skye Nicolson um HM-beltið í fjøðurvekt hjá boksisambandinum WBC.  

 

Skye Nicolson vann dystin greitt upp á stig. Bert tann eini av trimum dómarum helt, at Sarah Mahfoud vann eina av teimum tíggju rundunum.

 

Sarah Mahfoud hevur boksað 16 dystir sum professionell. Hon hevur funnið 14 og tapt tveir. Árini frá 2020 til 2022 var hon heimsmeistari í fjøðurvekt hjá boksisambandinum IBF.

 

Dysturin var boksaður í Las Vegas, og DAZN sendi dystin. Nú er samandráttur gjørdur av dystinum, og hann kann síggjast niðanfyri.

 

##med2##