Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 18.01.2019 (15:30)

Video: Hetta er nýggi bjargingarbáturin

Havnar Bjargingarfelag hevur keypt nýggjan bjargingarbát, og í mai mánað verður nýggi báturin sigldur til Føroya úr Svøríki. Báturin eitur í verandi løtu Sparbanken Tanum, og umstøðurnar umborð eru munandi betri enn í núverandi bjargingarbáti, Rescue Lív. 

 

Tanum er bygdur í 1996 og er 16 metrar langur og 5 metrar breiður. Oman fyri sæst ein upptøka av Tanum.

 

Les meira um nýggja bjargingarbátin HER.

 

 

- Framstig við nýggja bátinum

 

Jens Hansen, umsjónarmaður á Rescue LÍV fegnast um, at tað nú hevur borið til at keypa hendan nýggja bátin.

 

- Hóast Rescue LÍV hevur roynst sera væl og verið ein týðandi og tryggur partur av føroysku tilbúgvingini, so verður tað eitt stórt framstig at fáa hendan bátin til Føroyar, tí tað eru so nógvir fyrimunir við hesum bátinum, og tí umstøðurnar umborð eru so nógv betri, sigur hann.

 

Daniel Dahl-Olsen, formaður í Havnar Bjargingarfelag fegnast eisini um keypið av nýggja bátinum.

 

- Sum partur av tilbúgvingini hava vit í Havnar Bjargingarfelag eitt tætt og gott samstarv við myndugleikar, kommunur, løgregluna og sjúkrahúsverkið og loysa saman við teimum nógvar ymsar uppgávur. Við hesum bátunum verða fyritreytirnar fyri virkseminum hjá Havnar Bjargingarfelag munandi betri og enn tryggari, sigur Daniel Dahl-Olsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her