VIDEO: Japan-Senegal 2-2 (1-1)

(Video) Síggj tey fýra málini sum komu í dystinum í HM bólki G millum Japan og Senegal

Japan og Senegal hava bæði fýra stig aftaná tveir dystir aftaná 2-2 javnleikin millum liðini í HM-bólki G. Trýst er nú á Pólandi og Kolumbia sum spæla klokkan 19. Póland og Kolumbia hava einki stig fingið enn, og hvørki liðið kann brúka ein javnleik til tað stóra.

 

HERber til at síggja málini frá dystinum millum Japan og Senegal.

 

Tróndur Arge tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í dag: "Senegal kom á odda longu aftaná 11 minuttir, tá Sadio Mané stóð á rætta stað – tí málverjin hjá Japan boksaði bóltin beint í beinini á Liverpool spælaranum – og so í mál.

 

Japan svaraði aftur fyri hálvleik, tá Takashi Inui smekkaði bóltin í málið. Í seinna hálvleiki var Japan leikliga omaná og legði trýst á Senegal, sum hevði torført við at koma úr verjustøðu. Men tjúgu minuttir fyri tíð kom Senegal úr trýstinum, og bara tveir minuttir eftir at teir fingu takið á dystinum aftur, skoraði Senegal. Hesa ferð var tað Moussa Wague setti fótin á eitt flatt innlegg.

 

Aftur megnaði Japan at svara aftur. Hesa ferð bleiv bólturin leysur í brotsteiginum, eftir at málverjin ikki fekk boksað bóltin vekk. Eftir innlegg endaði bólturin hjá innskifta Keisuke Honda, sum skoraði seinasta málið í dystinum."

 

 

Japan – Senegal 2-2 (1-1)

 

0-1 Sadio Mané, 11

1-1 Takashi Inui, 34

1-2 Moussa Wague, 71

2-2 Keisuke Honda, 78