fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.11.2017 (20:50)

Video: Javnaðarflokkurin hevur ikki samvitsku at fara til val

Kristin Michelsen og Bjarni Hammer stuðla ikki fiskivinnunýskipanini, Javnaðarflokkurin fríggjar til Miðflokkin – kreppa er í samgonguni.

 

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri í Sosialinum og politiskur viðmerkjari, heldur tó tað er sannlíkt, at Miðflokkurin gerst partur av eini samgongu við Javnaðarflokkin.

- Kanska er tað eitt sindur av spæl fyri gallarínum. Tað er ósannlíkt, at Miðflokkurin gerst partur av tí samgongu sum er nú, sigur hann. Hann heldur, at hetta allarhelst er ein háttur hjá løgmanni at leggja trýst á teir báðar tingmenninar hjá flokkinum av Tvøroyri.

Hann heldur tó, at Aksel V. Johannesen er í eini sera ringari støðu, nú hann í veruleikanum einans kann telja upp í fimm tingfólk, hóast átta fólk blivu vald á ting fyri flokkin

- Trúvirði hjá flokkinum er í stórum vanda, um tað ikki longu er farið. Vit síggja fyri okkum støðuna, sum var í 1994, tá flokkurin fór úr 10 fólkum niður í 5, tí fólk misti álitið. Tí krevur tað, at flokkurin finnur eina semju, sum ger flokkin heilan, tí um hann ikki er heilur, er hann heldur ikki stjórnarberandi, sigur Eirikur Lindenskov.

 

Hann væntar tó ikki, at løgtingsval verður útskrivað í bræði.

- Tað má vera tað allarsíðsta, tey ynskja sær, tí eg vænti ikki, at tey hava samvitsku at leggja seg fyri fólksins dóm í hesum døgum. Men tað kann tað sjálvandi enda við, um tey ikki finna eina semju, sigur Eirikur Lindenskov, sum tó væntar, at teir báðir tingmenninir á Tvøroyri, vargarnir, verða riknir í rætt aftur, sum hann tekur til.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her