VIDEO: Liðið hjá Jóan Símuni skoraði sigursmálið í 97. minutti

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Shkupi-Tikves 3-2 (1-0)

Alt lagaði seg hjá Jóan Símuni Edmundssyni og liðfeløgunum í Shkupi í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini í dag.

 

Oddaliðiðs, Struga tapti á útivølli 2-3 fyri Sileks, og samstundis eydnaðist tað Jóan Símuni og liðfeløgunum í Shkupi at vinna 3-2 á Tikves á heimavølli.

 

Sigursmálið hjá Shkupi var skotið tá sjey minuttir vóru leiktir av tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Struga og Shkupi hava bæði 58 stig, men Struga er oddalið orsaka av betri málmuni. Nummar trý í deildini er Shkendija við 55 stigum, so tað er hørð kapprenning um meistaraheitið.

 

Komandi mikudag spælir Shkupi móti Gostivar á útivølli.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Shkupi-Tikves 3-2 (1-0). Jóan Símun, ið var á vøllinum fyrstu 62 minuttirnar sæst við nummar 14 á rygginum:

 

##med2##