VIDEO: Meinhard legði upp til fimta málið hetta kappingarárið

(Video) Mjøndalen tapti fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið

Eingin serligur dagur hjá føroyingunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag. 

 

Meinhard Egilsson Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen vóru fyri fyrsta tapinum í dag, tá teir á heimavølli taptu 1-2 fyri Ranheim. 

 

Meinhard legði upp til 1-0 leiðslumálið við einari flottari, langari sending inn í brotsteigin hjá Ranheim, har Martin Ovenstad tamdi bóltin væl og sendi hann í netið. Hetta var í 20. minutti, og Mjøndalen var á odda líka til 83 minuttir vóru leiktir. Tá skoraði Ranheim tvey mál uppá tveir minuttir, og so var alt vent á høvdið og fyrsta tapið hjá Mjøndalen var veruleiki.

 

Talan var um fimta uppleggið hjá Meinhardi til eitt mál hjá Mjøndalen hetta kappingárið. Meinhard var skiftur út tá 72 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá var Mjøndalen framvegis á odda 1-0.

 

Mjøndalen er framvegis á odda í deildini við 22 stigum, tvey stig frammanfyri Brann Bergen, ið hevur 20 stig. 

 

Komandi mánakvøld spælir Mjøndalen oddadyst móti Mjøndalen á Brann leikvøllinum í Bergen. 

 

Rógvi Baldvinsson mátti av vøllinum við skaða longu í 26. minutti,  tá hann og liðfelagarnir í Bryne á heimavølli leiktu javnleik 0-0 móti Stabæk.

 

Gullbrandur Øregaard slapp ikki á vøllin fyri lið sítt, Sandnes ULF sum vann 1-0 á Skeid á útivølli. Sandnes er nummar fimm við 15 stigum. Bryne er triðaftast við fimm stigum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Mjøndalen og Ranheim: 

 

##med2##