VIDEO: Serbia-Sveis 1-2 (1-0)

(VIDEO) Síggj hæddarpunktini frá HM-dystinum millum Serbia og Sveis

Sveis sum Føroyar vóru í undanbólki við, og taptu 0-2 ímóti heima og úti prógvaðu aftur, at teir eru eitt krútsterkt lið. Í kvøld vann Sveis góðan 2-1 sigur á Serbia í HM-bólki E.

 

HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.

 

Pætur Albinus tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í kvøld: "Tað var gott lív í dystinum frá dystarbyrjan, og tað vóru einans gingnir fimm minuttir, tá ið Serbia legði seg á odda 1-0. Dusan Tadic sendi eitt innlegg innfyri, sum litríki áleyparin, Aleksandar Mitrovic, stútaði í málið. Sveis var eisini nógv á bóltinum, men tað var nógv meira bit í álopunum hjá Serbia.


Seinni hálvleikur var bara fáar minuttir gamal, tá ið vinstrabeinið hjá Arsenal-miðvallaranum, Granit Xhaka, langaði bóltin í málið til 1-1. Eftir hetta gekk aftur og fram, og hóast tað sá út til at enda við stigabýti, so fall avgerðin í evstu løtu. Lítli, kviki Xherdan Shaqiri varð sendur avstað, og hann prikaði bóltin inn um málverjan til endaliga úrslitið, 2-1 til Sveis.


Sigurin hevur við sær, at Sveis leggur seg undir liðina á Brasil á fyrsta plássi. Tey hava fýra stig, meðan Serbia er beint í hølunum við trimum stigum. Kosta Rika hevur einki stig og er harvið rokið úr HM. Sveis er í góðari støðu, tí teir møta Kosta Rika í síðsta dystinum, meðan Serbia helst má vinna á Brasil í síðsta dystinum fyri at sleppa víðari. Teir dystirnir vera mikukvøldið kl.19."

 

Serbia – Sveis 1-2 (1-0)

1-0: Aleksandar Mitrovic, 5.

1-1: Granit Xhaka, 52.

1-2: Xherdan Shaqiri, 90.