Leita á in.fo

Barbara Holm 07.12.2017 (10:18)

Video: Sí illveðrið í Vestmanna

Tað er illveður kring alt landið og serstakliga hevur tað rakt Eysturkommunu meint. Løgreglan heitir á fólk í Gøtu um at halda seg innandura, tí alskyns lutir fúka runt í vindinum. 

 

 

In.fo hevur heitt á sínar lesarar um at senda okkum myndir og videobrot, sum lýsir veðrið har tit eru. Jan Nielsen hevur sent okkum hetta úr Vestmanna, har tað sæst hvussu illfýsið tað er. 

 

 

Hevur tú hug at senda okkum video ella myndir, so skriva á post(at)sosialurin.fo ella far á Facebook síðuna hjá in.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her