Leita á in.fo

Russland vann størsta sigurin í einum setanardysti í einum HM-endaspæli nakrantíð

Heri Simonsen 14.06.2018 (21:25)

VIDEO: Síggj málini frá søguliga russiska sigrinum

HM-endaspælið í fótbólti varð sparkað í gongd seinnapartin, tá ið vertslandið, Russland, tók ímóti Saudi Arabia á Luzhniki Stadium í Moskva. Hetta var dystur í bólki A, hini bæði londini eru Uruguay og Egyptaland.

 

5-0 gjørdist endaliga úrslitið, og Russland fekk tískil sína dreymabyrjan uppá HM-kappingina frammanfyri 78.000 áskoðarum í Moskva. Hin dysturin í bólkinum ímillum Egyptaland og Uruguay verður í morgin kl.13.00.

 

5-0-sigurin hjá Russlandi fer í søguna sum tann størsti setanarsigurin (fyrsti dystur í kappingini, red.) í HM. Brasil átti metið fram til í dag við 4-0-sigri á Meksiko í setanardystinum í 1950.

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum.

 

Russland – Saudi Arabia 5-0 (2-0)

1-0: Yuri Gazinskiy, 12.

2-0: Denis Cheryshev, 43.

3-0: Artem Dzyuba, 71.

4-0: Denis Cheryshev, 90.

5-0: Aleksandr Golovin, 90.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her