VIDEO: Síggj Óla skjóta vøkur mál móti Flensburg

(Video) Síggj ein samandrátt av seinnu EHF European League fjórðingsfinaluni Flensburg-Handewitt-Sävehof 28-29 (11-15)

Tað eydnaðist Óla Mittún og liðfeløgunum í Sävehof at fáa ein flottan enda í EHF European League við at vinna 29-28 á liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt í tí seinnu fjórðingsfinaluni.

 

Serliga lá væl fyrri í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Sävehof á odda 15-11. 

 

Flensburg, ið vann fyrru fjórðingsfinaluna í Partille greitt 41-30 (22-14) vann samanlagt ein 69-59 sigur í fjórðingsfinalunum, og tí vera tað Jóhan og liðfelagarnir sum fara at kappast í Final Four í Barclay Arena í Hamburg.

 

Final Four verður leikt 25. og 26. maj. 

 

Í kvøld skoraði Jóhan fimm mál fyri Flensburg, og hann var millum toppskjúttarnar hjá Flensburg.

 

Óli skoraði fýra mál fyri Sävehof, og var næstbesti málskjúttin hjá Sävehof. Óli var sum vant dugnaligur at leggja upp til mál hjá liðfeløgunum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum millum Flensburg og Sävehof. Á upptøkuni síggjast góð mál og fríspælingar hjá Óla, og ein málroynd hjá Jóhan:

 

##med2##