Leita á in.fo

Barbara Holm 10.10.2017 (15:18)

Video: Soleiðis fyrireikar tú teg til illveðrið í kvøld

DMI sigur upp í 30 m/s í kvøld, og mangan viðførir tað, at tað er munandi verri í hvirlunum. Føroyingar hava mangan sæð verri illveður enn tað, sum ávarað verður um í kvøld, men givið er, at ofta eru vit ikki heilt fyrireikað í oktober mánaði, til at taka móti stóru stormunum. 

 

Tí mangan hava bjargingarfólk upplivað, at trampolinir, havamøblar, urtapottar og annað standa uttandura, tá ið illveðrið rakar hesa ársins tíð. 

 

Rani Petersen, kameramaður hjá Miðlahúsinum, hevur tí verið á vitjan hjá Hans Davidi Hansen, átaksleiðara hjá Tórshavnar Sløkkiliðið. 

 

Trýst á pílin á myndini, og hoyr hvørjir stormar hann minnist best og hvørji ráð hann hevur til, hvussu vit brynja okkum til buldrutari veður. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her