Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 21.01.2019 (01:30)

Video: Soleiðis sær full mánamyrking út

Klokkan 04:41 byrjar fulla mánamyrkingin, sum verður at síggja úr øllum Føroyum, um veðrið vil. Tá full mánamyrking er, verður mánin reyður. Veitst tú ikki heilt, hvat tú kanst gleða teg til, so kanst tú hyggja eftir upptøkuni oman fyri.

 

Á videobrotinum sæst, hvussu tilgongdin til blóðmánan sær út. Hendan upptøkan er av einari fullari mánamyrking frá 31. januar 2018, sum var at síggja í vestara partinum av USA, Alaska, Avstralia og eystara partinum av Ásia. Jason C. Lens Photography eigur upptøkuna, og hetta er eitt "timelapse", sum er tikið upp í sera góðum sýni.

 

Gott sýnið er neyðugt fyri at síggja blóðmánan. Veðurforsøgnirnar boða frá regni og skýggjum í nátt og tíðliga í morgin, men tað er ikki vist, at hetta kemur at ávirka sýnið so nógv, hóast tað væntandi verður skýggjað. Tað er tí bara at vóna, at veðurgudarnir vera við føroyingum hesa løtuna, meðan fulla mánamyrkingin er. 

 

Les eisini: Trý ár inntil næsta blóðmána


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her