Video: Steso syngur um Lummagud

Føroyski bólkurin Steso hevur gjørt nýtt videolag, sum hevur heitið Lummagud.

- Vit eru stødd í myrkara endanum bæði viðvíkjandi tónleiki, teksti og myndum. Sjálvt lagið er stórsligið, myrkt og dragandi. Huglagið og ljóðið er í ætt við tað eyðkenda bretska trip hop ljóðið, sum vit m.a. kenna frá Massive Attack, UNKLE og Portishead, verður sagt í tíðindaskrivi.

- Teksturin byggir á hugleiðingar um teknologi, og hvussu tøkni ávirkar okkum. Myndirnar byggja á eina røð av søguligum hendingum sum t.d. kríggj, vápna- og hópframleiðslu, sum hava verið við at mynda heimin, sum vit kenna hann.

Trýst á pílin í myndini fyri at síggja nýggja videolagið.