Havnamaðurin Suni Reinert starvast í Københavns Metro, har hann á sínum vaktum heldur eygað við, at metro-tokini koyra, sum tey skulu. Framkomin tøkni ger, at metro-tokini eru føraraleys og koyra sjálvi frá støð til støð eftir neyvari tíðarætlan, men er okkurt áfatt skulu Suni og starvsfelagarnir taka sær av tí.
Suni hevur arbeitt í metroini í 10 ár, og honum dámar væl arbeiðið.
In.fo hevur verið á vitjan í Københavns Metro, har Suni Reinert vísti runt og greiddi frá, hvussu føraraleysu metro-tokini verða stýrd, og hvørjar avbjóðingar og upplivingar stavsfólkini í Metroini kunnu koma út fyri.
Omanfyri ber til at síggja reportasju frá Københavns Metro.