VIDEO: THW Kiel-Flensburg Handewitt 26-33 (samandráttur)

(Video) Síggj hvussu Flensburg vann greiðan sigur á Kiel

Fyrr í dag vann Flensburg Handewitt 33-26 (13-10) á THW Kiel í Wunderino høllini í Kiel.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Jóhan á Plógv Hansen vóru samdir um at skora upp á 50 prosent av teirra málroyndum. Elias skoraði trý mál fyri Kiel upp á seks málroyndir og legði upp til eitt mál, meðan Jóhan skoraði fimm mál fyri Flensburg upp á 10 málroyndir. Báðir vóru millum teir næstbestu málskjúttarnar hjá sínum liðum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum:

 

##med2##

 

Flensburg er triðfremst í bundesliguni við 39 stigum, meðan Kiel er nummar fimm við 34 stigum. Kiel er eitt stig aftanfyri Melsungen, ið tó hevur spælt tveir dystir fleiri enn Kiel.