Leita á in.fo

Barbara Holm 12.10.2017 (16:45)

Video Vágspop: Skulu vit banna burka?

Rani Petersen, kameramaður og Hallur av Rana, journalistur hjá in.fo hevur í dag verið á gøtuni í Havn og spurt føroyingar, um vit skulu banna burka í Føroyum. Samstundis varð spurt um, hvørt hesi somu nakrantíð hava sæð ein persón við burka í Føroyum. 

 

 

Vágspoppið kemur í kjalarvørrinum av uppskotinum hjá Sjálvstýri um at banna burka og niqab í Føroyum. Hetta hevur elvt til mikið kjak. Summi halda, at slíkt er frægast at gera, meðan støðan ikki er aktuell her heima, meðan onnur halda, at tað er burturvið at lóggeva móti onkrum, sum als ikki er viðkomandi í Føroyum. 

 

Trýst á myndina omanfyri fyri at síggja, hvat føroyingarnir, sum in.fo hitti í dag, halda um málið. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her