fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 8.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 11.10.2017 (15:59)

Video: Vakurt og ógvusligt illveður í dag

Í dag hevur verið sera illfýsið kring landið við upp ímóti 50 m/s í hvirlunum, tá ið ringasta hevur staðið til. Nú er batnað nakað, men seinni í vikuni verður aftur stormur.  

 

DMI sigur, at í morgin, hósdagin, verður upp í 15 m/s av útsynningi, sum um kvøldið minkar niður í 7-12 m/s. Um náttina veksur hann tó vindin aftur til 10-15 m/s av suðri og útsynningi. Tá verður skíggjað og fer at regna, og hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.  

 

 

Fríggjadagin veksur hann vindin aftur til strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13-18 m/s við hvirlum upp í 25 m/s. Leygardagin minkar hann vindin aftur niður í 10-15 m/s av útsynningi, sum seinni minkar niður í 2-7 m/s. Sunnudagin er sama skil, tí tá veksur vindurin aftur út á seinnapartin til 15-23 m/s av norðri. Her er talan um miðalvindstyrki, og mangan merkir tað, at tað er munandi ógvusligari í hvirlunum.  

 

Soleiðis var eisini í gjárkvøldið og í morgun, tí meðan forsøgnirnar søgdu 28 m/s, so hava mátararnir hjá Landsverki sagt frá einum munandi ógvusligari veruleika. Sí her upptøkurnar, sum kameramaðurin hjá Miðlahúsinum, Rani Petersen, gjørdi í morgun, tá ið harðast leikaði á. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her