fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Meinhard Jacobsen 11.04.2017 (09:53)

Viðmerking til grein á Vágaportalinum undir heitinum: Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki broytt støðu

Eg skilji ikki rættiliga boðskapin frá Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG).  Ella rættari: eg spyrji meg sjálvan, hvør er boðskapurin hjá FAG í roynd og veru?

 

FAG sigur seg ikki hava broytt støðu viðvíkjandi fríari kapping. Samstundis heldur FAG fast við, at í fiskivinnuni frámæla tey kapping, men viðmæla í staðin fáar aktørar við fríum serrættindum og brandskatting.

 

Hetta samsvarar ikki við støðutakanina í 2016. Tá gjørdu ARTICON og SEV eina avtalu um eina stóra útbygging á Sundi. Avtalan varð gjørd uttan útboð, og minnist meg rætt, so var FAG tá frammi og vísti á, at hetta var ikki skilagott. FAG vildi hava, at arbeiðini skuldu bjóðast út í fríari kapping við fullum gjøgnumskygni.

 

Hevur FAG ikki broytt støðu, so má sigast, at hesi bæði dømini vísa, at FAG má hava minst eina tvístøðu, tá ið talan er um kapping. Er støðutakanin til kapping nú ymisk, alt eftir hvørjar vinnugreinar talan er um?  Ella er tað ymiskt, alt eftir hvørjar fyritøkur talan er um?

 

Fyri at styðja uppundir, at støðan hjá FAG er óbroytt, vísir felagið til tey generellu vinnusjónarmiðini úr ársfrágreiðingini frá 2010.

 

Í 2010 sat eg i nevndini hjá FAG. Í samband við skriving av ársfrágreiðing fyri 2010 minnist eg einki til nakað kjak um eina fiskivinnunýskipan eftir 2017.  Tá vóru tað onnur og meira aktuel mál, sum vórðu viðgjørd.

 

Eitt av hesum málum var hugtakið tilfeingisgjald. Felagið viðgjørdi tilfeingisgjald og var av teirri fatan, at hetta boðaði frá onkrum ófrættakendum.  Mælt varð til varsemi við at taka gjøld frá vinnuni á slíkan hátt. M.a. er ein yvirskrift í ársfrágreiðingini orðað soleiðis: ”Tilfeingisgjald er loysnin ella?”

 

Tá ið FAG nú brúkar frágreiðingina frá 2010 til at grundgeva fyri støðu felagsins til kapping ella ikki kapping í einari nýggjari fiskivinnuskipan, so er ikki grundarlag fyri hesum. Tann frágreiðingin snúði seg als ikki um kapping í fiskivinnuni, men einans um tað nýggja fyribrigdið, tilfeingisgjald, í verandi skipan.

 

Í skrivinum á VP verður víst á, at kapping longu er í vinnuni.  Í hesum sambandi verður víst til partrolaraflotan, sum at kalla allur hevur skift hendur, og hvussu nótaflotin hevur tillagað seg frá at vera 20 skip til nú at vera sjey skip. Eg skilji tað soleiðis, at FAG við hesum vil geva hesari tillaging av flotanum æruna fyri nærum øllum framburðinum.

 

Tað hevði verið áhugavert, um FAG vildi lýst henda pástandin nærri og víst á, hvussu tillagingin hevur verið í nótaflotanum, síðani núverandi skipan byrjaði. Tillagingin má taka útgangsstøði í støðuni, sum hon var, tá ið núverandi skipan byrjaði. Lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi 1994.  Alt, sum var áðrenn, er óviðkomandi fyri tillagingina undir skipanini.

 

Í 1994 vóru mær kunnugt seks nótaskip, nevniliga: Jupiter, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum, Norðborg, Krúnborg og Esther (ein frystitrolari).  Í 2017 eru mær kunnugt sjey nótaskip, nevniliga: Jupiter, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum, Norðborg, Fagraberg og Høgaberg.

 

Eg skal her heita á FAG um at koma við einari dokumentatión, fyri hvussu tey fáa tað til, at tað vóru 20 nótaskip, sum nú eru vorðin til sjey nótaskip. Samstundis sum henda uppgerð verður gjørd, eigur at verða gjørd ein neyv lýsing, sum vísir, hvussu nógv veiðuevnini hjá hesum flota undir einum eru broytt.

 

Uppgerðin kann setast soleiðis upp:

                                                1994                        2017

Nøvn á nótaskipum                        :

Samlad BRT                                    :

Samlað NT                                    :

Samlað longd x breidd x dýpd x HK            :

 

Eg haldi, at tað hevði tænt trúvirðinum hjá FAG, at ein slík uppgerð bleiv send til fjølmiðlarnar, soleiðis at øll kunnu fyrihanda seg til ta sokallaðu tillagingina í hesum partinum av flotanum.

 


Meinhard Jacobsen, (MJ),

fyrrverandi nevndarlimur í FAG