150 badminton dystir leiktir

Hetta vikuskifti hevur Klaksvíkin verið karmur um FM í liðkapping fyri ung í badminton. Hallirnar KÍ høllin og Badminton høllin, sum eru samanbundnar, og hava 10 bánar tilsamans, vóru brúktar.

Mynd: Klaksvíkar Batmintonfelag

- Tað var serliga stuttligt at síggja hvussu leikarnir heppaðu og stuðlaðu sínum liðleikarum.  Tað vóru millum fýra og seks leikarar á hvørjum liði og so ein liðleiðari. Børnini vóru sera tolin, tí ein liðkapping blívur ofta longri enn roknað verður við, tí nógvir kampir skulu leikast, og tey sum koma víðari fáa ein langan dag í høllini, siga tey frá Klaksvíkar Badmintonfelag.

Tilsamans vóru 17 lið meldaði til kappingina og umleið 150 dystir vóru leiktir við umleið 90 leikarum.