Leita á in.fo

Johnny í Grótinum 11.06.2018 (20:35)

Viðmerkingar um avdúking í Sosialinum

Í næstsíðstu viku spurdi Ólavur í Beiti frá VP meg eftir status í málinum um starvsfólkaflytingina. Hansara áhugi var í, um MMR ikki longu hevði álagt mær at seta Liljuna Weihe aftur sum tíðindaleiðara. Eg upplýsti fyri honum, at tað hevði verið eitt samskifti millum MMR og KVF um avgerðina, har eg fekk nágreina nøkur ivamál. Hann bað um innlit í hetta samskifti.

 

Eg nevndi hetta sama fyri tær, tá vit bæði tosaðu í telefon saman fríggjadagin 1. juni, har tú eisini vísti til, at MMR hevði álagt mær at seta LW aftur sum tíðindaleiðara. Eg greiddi tær í telefonini frá, at tað fyrilá ein nágreinan av avgerðini, har MMR greitt staðfesti, at leiðslurætturin var hjá kringvarpsstjóranum, sum átti avgerðina um setan av tíðindaleiðara. Tú valdi ikki at umrøða hetta í tínum dekningi.

 

Ólavur í Beiti fekk innlit í sjálva nágreinanina av avgerðini frá MMR í serskildum telduposti. Síðani vendi hann aftur til mín umvegis bæði teldupost, FB Messenger og fartelefon fyri at spyrja inn til, hvussu hendan nágreinanin skuldi fatast, har hann hevði gjørt uppskot til orðingar. Síðsta samskifti í tí sambandi er hesin teldupostur tann 7. juni, sum tit velja at prenta. Av misgávum sendi eg eisini til gomlu teldupostadressu hansara. Tað er áður veitt alment innlit í alt, sum stendur í hesum telduposti. 

 

Hin telduposturin frá 5. juni snýr seg um avgerðina hjá MMR um ikki at ganga umbønini hjá Sigmundi Poulsen um at geva kæruni steðgandi virknað. Tann avgerðin bleiv tikin tann 30. mai 2018. Eisini hetta samskifti eg við Ólav í Beiti um í telefon, har hann bað meg senda avgerðina í teldupost. Eg so gjørdi. Einki nýtt er í teldupostinum, sum ikki longu framgongur av avgerðini, sum VP hevði fingið alment innlit í í serskildum telduposti. In.fo umrøddi somu avgerð sama dag. 

 

Tú ert sjálv ein partur av uppsagnarmálinum viðvíkjandi Liljuni Weihe, tí sambært avgerðini hjá MMR er staðfest í tínari skriving, at innanhýsis notatið hjá Liljuni Weihe er keldan til blaðgreinar tínar um sokallaðu orrustuna í KVF. Allíkavæl hevur tú (ella stjóri tín) valt at seta teg á dekningin av hesum málinum. Hetta ger tað upp aftur meiri átroðkandi hjá mær at greiða í hesum førinum VP.fo frá innihaldinum í hesum báðum avgerðum frá MMR. At Ólavur í Beiti á VP velur at brúka boð míni er fult og heilt upp til hann.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her