Víkingarnir eru flúgvandi

1. DEILD: Í eina lítla viku hava teir næstbestu hjá Víkingi vunnið tveir sigrar við málmuninum 15 – 1

Tað gongur við tí flúgvandi ferð hjá teimum næstbestu víkingunum. Síðsta sunnudag vunnu teir 7-1 í Fugaffirði, og í kvøld fótu teir úr Sørvági við 8-0 sigri.

 

07 Vestur hevur tvey stig og er flutt niður. Víkingur hevur 43 stig og er seks stig aftanfyri ÍF og trý stig frammanfyri B71.

 

Í kvøld var hálvleiksstøðan á Dungasandi 5-0. Fyrsa málið varð skrásett at vera 07 Vestur sjálvmál, og síðani skoraðu Fannhard Skoradal (2), Árni Nóa Atlason og Signar á Brúnni.

 

Eftir steðgin var Elias Isaksen tvímálaskjútti, og Ingi Arngrímsson staðfesti 8-0 sigurin. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur í næstbestu deildini hjá 16 ára gamla verjuspælaranum Inga Arngrímsson.

 

Um tvær vikur fær Víkingur vitjan av oddaliðnum TB. Um tvær vikur fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá HB.