Leita á in.fo

Jóannes Hansen 22.10.2016 (15:53)

Víkingur skrivar søgu á Argjum

Tað er øgiligur fagnaður á Argjum. Nógv tey flestu í metstóru áskoðarafjøldini eru Víkinga fjepparar. Í dýrdarveðrinum í Vika hevur Dagfinn Forná bríkslað fyri síðstu ferð. Støðutalvan vísir 1-3. Tað vil siga, at Víkingur hevur vunnið 3-1, og harvið er tað greitt, at FM heitið fyri fyrstu ferð endar hjá samansetta liðnum í Eystur kommunu.

 

 

Ákoðararnir fagna spælarunum, og spælararnir eru ovurfegnir og kanska ikki sørt rørdir:

-Hetta er tað størsta, sum eg havi verið við til í fótbólti. Vit hava bíðað eftir hesum í fleiri ár. At vinna steypafinalurnar hevur verið stórt, men tað er eingin ivi í, at hetta er tað størsta, staðfestir Víkinga veteranurin Hanus Jacobsen í samrøðu við Rás2.

 

 

34 ára gamli liðformaðurin Atli Gregersen er øgiliga fegin. Nú riggar hann til at fara at taka ímóti FM steypinum:

-Tað er órættvíst, at tað bara er ein maður, sum skal upp eftir steypinum. Allir spælararnir áttu at tikið ímóti steypinum, og saman við okkum áttu øll hini at farið. Eitt nú kvinnurnar, sum hvørja ferð skipað fyri, at vit fáa kylling til døgurða, tá ið vit fyrireika okkum til dystirnar, sigur Víkinga liðformaðurin.

 

 

Stóri maðurin hjá meistarunum í dag var enn einaferð Andreas Lava Olsen. Hann var støðug hóttan ímóti AB verjuni, hann skoraði tvey mál, og tað kendist so sera stórur lætti í stóru og spentu Víkinga leguni, tá ið hann sneiddi framvið AB málverjanum Heðini Stenberg og megnaði at trilla bóltin í málið, hóast hann var farin um koll.

-Hesum hava vit bíðað eftir, og vit fegnast. Tað var gott, at vit skoraðu til 1-0, hóast brotssparkið varð misnýtt. Eg plagi ikki at taka mær av brotsspørkum, men eg rokni við, at eg hevði skorað, um eg hevði fingið møguleikan, men tað er ikki avgerandi. Vit fegnast um fyrsta FM heitið, sigur tvey mála málskjúttin Andreas Lava Olsen.

 

 

Tað eru tjúgu ár síðani, at GÍ vann fjórða FM heitið á rað. GÍ var meistari í 1983, 1986 og so í 1993, 1994, 1995 og í 1996. LÍF vann ongantíð FM, men nú kunnu leirvíkingar fegnast saman við gøtumonnum um fyrsta FM heitið í níggju ára longu søguni hjá Víkingi.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her