Víkingur vann stig í Klaksvík

Kvinnur: Hóast heimaliðið eina løtu var kroyst, so eydnaðist tað margfalda meistaraliðnum at javna

Mynd: nordlysid.fo/Oliver Joensen

Tað er ikki so ofta, at óføru KÍ kvinnurnar ikki hava fult tamarhald á tí, tá ið tær spæla og serliga tá ið tær spæla á heimavølli.

 

Soleiðis var tað í góðveðrinum í dag, tá ið úrslitið ímóti Víkingi í Klaksvík var 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik.

 

Víkingur bjóðar nú KÍ av í toppstríðnum. Bæði liðini eru ósigrað og hava vunnið tríggjar dystir og spælt ein javnan.

 

Víkingur hevur í fleiri ár átt góðar spælarar, men tað hevur ikki gingið so væl at vunnið úrtøku og pláss millum tey, sum kappast, har tað er heilt spennandi.

 

Í ár sær tað út til, at tað riggar heilt væl hjá Víkingi, sum hevur fingið Eyðgerð Mikkelsen at verja málið, sum hevur fingið Monu Rasmusdóttir og Jensu Tórolvsdóttir aftur úr Danmark, og sum hevur fingið góðan styrk í, at Lea Lisberg nú spælir við Víkingi.

 

Tølini siga, at tað gekk javnt á, og miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Víkingur hol á. Málskjútti var Rakul Sørensen, sum royndi seg við langskoti. Bólturin sigldi í málið dygst undir samankomingini aftanfyri Fanni Kata Turi, sum verjir KÍ málið, nú landsliðsmálverjin Óluva Allansdóttir Joensen er skadd.

 

Eyðkendi stríðsviljin hjá KÍ gav seg til kennar, tá ið KÍ stríddist fyri at javna, og tað eydnaðist, tá ið tað restaðu stórir tíggju minuttir. Tórunn Højgaard Joensen átti flata innleggið úr vinstru, og undir málinum stýrdi Durita Hummeland bóltin í málið.

 

NSÍ er eisini av álvara við í FM kappingini. Í Gundadali í dag vann NSÍ 6-0 ímóti B36. Har var Heidi Sevdal trífaldur málskjútti. Hon skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki og so 5-0 málið. Lena Olsen og Helga Mikkelsen skoraðu tíðliga í seinna hálvleiki, og síðsta málið var sjálvmál. NSÍ hevur 9 stig, meðan KÍ og Víkingur hava 10 stig, nú øll liðini hava spælt fýra dystir. B36 hevur seks stig.

 

Í Hoyvík endaði tað málleyst, tá ið FC Hoyvík hevði vitjan av Skála.

 

Á Eiðinum í Vági vann HB 8-0 ímóti TB/FCS/Royn. Astrid P. Mittfoss var ferfaldur málskjútti, og Fridrikka Clementsen skoraði trý mál. Í tí eina førinum gjørdi heimaliðið sjálvmál. HB hevur seks stig fyri fýra dystir.

 

Í Hoyvík endaði tað málleyst, tá ið FC Hoyvík hevði vitjan av Skála.

 

FC Hoyvík hevur fýra stig, og hetta var fyrsta stigið hjá Skála í ár. TB/FCS/Royn hevur einki stig,

 

Mynd: nordlysid.fo/Oliver Joensen