Leita á in.fo

Hvalbiartunnilin er ein stórur fløskuhálsur, men nú verðru nýggjur tunnil gjørdur

Áki Bertholdsen 11.09.2017 (07:54)

Vil framskunda arbeiðið at gera Hvalbiartunnil

– Eg havi eina vón um at byrja upp á Hvalbiartunnilin næsta ár.

 

Tað sigur Henrik Old, Landsstýrismaður í samferðslumálum.

Í løtuni er nýggi Hvalbiartunnilin til projekteringar, og Henrik Old heldur, at tá ið hann er projekteraður, er onki at bíða við at fara í holt við hann.

 

Eftir íløguætlanini, sum er løgd, skal byrjast upp á nýggja Hvalbiartunnilin í 2019, men serliga í 2020 og í 2021, verða tær stóru upphæddirnar settar av.

Men Henrik Old sigur, at nú verður roynt at fáa játtanina framskundaða eitt sindur og at seta sjøtul á arbeiðið næsta ár. Eitt, hann hugsar sær, sum kann gerast næsta ár, er at byrja upp á nýggja vegin úr Hvalba til tunnilin og so at halda fram til tað er liðugt.

Í sambandi við nýggja Hvalbiartunnilin verður nýggjur vegur gjørdur trongisvágsvegin, men ikki heilt oman í krossvegin suðureftir. Nýggi vegurin verðu gjørdur áleið inn til innastu húsini í Trongisvági, tí í verkætlanin er ikki lagt upp fyri at taka burtur av privatu grundstykkjunum til húsini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her