Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 13.09.2018 (17:00)

Vil hava greiði á um tað hjálpir at friða fiskileiðir

Meira enn helvtin av føroyska landgrunninum er friðaður fyri trolveiði. Men hevur tað hjálpt og er meiri fiskur at fáa har nú?

 

Tað er spurningurin, Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, vil hava Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskvinnumálum, at siga sína meining um. Tí spyr hann landsstýrismannin, hvørjar kanningar eru gjørdar av hesum viðurskiftum, nú nógvar leiðir hava verið friðaðar í fleiri ár.

 

– Hevur friðingin virkað eftir ætlan og hevur meira fiskur verið á stongdu leiðunum kring Føroyar, enn tað er á teimum leiðum, har tað er loyvt at fiska, spyr løgtingsmaðurin.

 

– Kann tað staðfestast, at meira fiskur er á friðaðu leiðunum, enn tað er har tað hevur verið loyvt at trola. Ella er tað, sum nógvir fiskimenn halda, neyðugt at velta botnin, og røkja havið, á sama hátt sum bøur má røkjast, spyr hann.

 

Hann vísir eisini á, at í 2013 gjørdi ein glastrevjabátur fýra túrar á Føroyabanka við línu og hann hevði góðan fiskiskap. 

 

– Tí er tað áhugavert at vita um fleiri royndir eru gjørdar við línu á Bankanum, so at veiðan kann samanberast við trolroyndirnar hjá Magnusi Heinasyni, ið bert fær hendinga tosk í hvørjum háli. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her