fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.02.2018 (10:59)

Vil hava kommunurnar at geva skattalætta

Eitt uppskot hjá Fólkaflokkinum um at broyta skattalógina so, at kommunurnar fáa heimild til at hækka botnfrádráttin, skal til 2. viðgerð í løgtinginum mikudagin. 

 

 

 

- Botnfrádrátturin í kommunuskattinum er 30.000 kr., og við hesum uppskoti verður heimilað kommunum at hækka botnfrádráttin. Botnfrádrátturin í kommunuskattinum kann eftir uppskotinum ásetast millum 30.000 kr. og 65.000 kr. Ynskiligt hevði verið, at kommunurnar líðandi hækkaðu botnfrádráttin upp til 65.000 kr., sum er sama støði, sum botnfrádrátturin í landsskattinum er, skrivar Jørgen Niclasen, uppskotstillari, í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið. 

 

 

 

Við verandi lóggávu kunnu kommunur sjálvar áseta skattaprosent og barnafrádrátt. Endamálið við hesum uppskoti er, at kommunur eisini fáa heimild at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum. Løgtingsfundur er á skránni klokkan 11 mikudagin. Umframt hetta uppskotið hevur Fólkaflokkurin eisini eitt uppskot um at avtaka kringvarpsgjald fyri fyritøkur. Eisini verður uppskot hjá Miðflokkinum um at loyva borgarstjórum at sita á løgtingið eisini. 

 

 


- Skotið verður upp at strika ásetingina í kommunustýrislógini, sum kann forða einum borgarstjóra í fulltíðarstarvi at røkja starv sum fólkavaldur løgtingsmaður ella fólkatingsmaður. Broytingin inniber, at tað hereftir ikki liggur í hondunum á einum meiriluta í einum kommunustýri at eiga avgerðina, um ein borgarstjóri í heilum starvi kann røkja annað fólkavalt starv, skriva Bill Justinussen og Jenis av Rana, tingmenn, í lógaruppskotinum.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her