fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 8.1m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 14.08.2017 (12:30)

Vil ikki at løgreglan skal kanna herverk

Í gjáramorgunin fekk løgreglan boð um herverk, har tvey dekk á einum bili, sum stóð parkeraður, vóru skorin upp. Men seinni ringdi tann, sum átti bilin til løgregluna og bað løgregluna sleppa málinum og ikki gera meiri við tað.

 

Løgreglan sigur, at tá ið talan er um herverk, er tað tann, sum er fyri órætti, sum sjálvur ger av um tey, ið framdu herverkið, skulu revsast, ella ikki. Og tískil kemur tað viðhvørt við, at tey, sum eru fyri fyri herverki, boða løgregluni frá, at tey ikki vilja, at tey, ið framdi herverki, verða revsað.