fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.02.2018 (14:47)

Vil ikki lova at pengarnir verða brúktir í Norðoyggjum

– Pengarnir fara aftur í landskassan.

Tað staðfestir Kristina Háfoss, landsstýrskvinna í fíggjarmálum. Hon kann sostatt ikki lova, at pengarnir, sum landskassin spardi við, at norðoyingar ikki vildu góðtaka, at heilsumiðstøðin verður flutt á sjúkrahúsið, verða brúktir til onnur endamál í Norðoyggjum.

Annars vórðu 15 milliónir játtaðar til endamálið og róð hevur verið fram undir, at tá ið tað verður av ongum at flyta læknamiðstøðina, kunnu tær 15 milliónirnar brúkast til onnur endamál í Norðoyggjum. Norðoyingar hava ført fram, at ríkiligt er at brúka pengarnar til, tí umstøðurnar á sjúkrahúsinum og røktarheiminum eru ikki tær bestu.

 

Men tá ið Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, í farnu viku, spurdi hana um hesar 15 milliónirnar, vildi hon ikki lova, at teir verða brúktir har norðuri.

 

Hon sigur, at tá ið undirtøka ikki var fyri ætlanini, pengarnir skulu brúkast til, fella teir aftur í landskassan og har liggja teir væl. Nú fara tey at viðgera støðuna, og eitt boð kundi verið at brúkt teir til at rinda almennu skuldina 15 milliónir niður.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her