fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 13.09.2018 (08:03)

Vil vita hvussu verður við tunlinum til Fámjins

Nú skal Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, greiða løgtinginum frá, hvussu tað gongur við ætlanini at gera nýggjan tunnil til Fàmjins. Tað er Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum vil hava hann at leggja kortini á borðið. 

 

Fámjinstunnilin er ein av teimum styttru tunlunum, nýstovnaða tunlasjakkið hjá Landsverki skuldi bora og í til tað endamálið varð ein borivognur keyptur úr Noregi fyrr í ár. 

 

Henrik Old heldur, at tað er akkurát passaligt at byrja við at gera Fámjinstunnilin, tí hann er so stuttur, bara einar 800 metrar og tískil gav hann Landsverki boð um at fyrireika tað.

 

Men nú hevur  Bill Justinussen frætt, at samgongan kortini er samd um at gera tunnilin til Dals fyrst og tað vil hann nú hava Henrik Old at vátta ella avsanna. Vit hava spurt landsstýrismannin og hann svarar stutt, at »so veit Bill Justinussen meiri enn eg«.

 

Bill Justinussen vil annars hava at vita, hvussu gongur við fyrireikingunum at gera tunnil til Fámjins, og nær farið verður undir arbeiðið, hvussu langur tunnilin er, og, hvussu nógv ætlanin er at seta av á fíggjarlógini fyri næsta ár til endamálið.

 

Tingmaðurin fyri Miðflokkin heldur annars. At Fámjin er enn ein av teimum bygdunum í Føroyum, har lív er lagað, tí fólkatalið framvegis er á einum støði, har til ber at halda fast um bygdarlívið. 

 

– Men slóknar vónin um ein tunnil til Fámjins nú, er stórur vandi fyri, at Fámjin, eins og aðrar smærri bygdir, fer at minka niður í onki, leggur hann afturat.

 

Foreldur við skúlabørnum góðtaka ikki longur vandafullu farleiðina eftir smølu fjallavegunum. Tey taka avleiðingarnar og flyta úr bygdini til støð, har børnini kunnu ferðast trygt í skúla á hávetri.

 

Landsstýrismaðurin og samgongan hava stóra ábyrgd at tryggja, at tunnil til Fámjins verður gjørdur sum skjótast fyri at tryggja bygdini grundleggjandi livilíkindi, sigur Bill Justinussen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her