Vil vita um landið skal fríðkast fyri kongi

Løgtingsmaður vil hava at vita, hvussu nógvar umraðfestingar av viðlíkahldi verða gjørdar hjá Landsverki í sambandi við at kongur vitjar í summar

Fríðrikur kongur og Mary prinsessa kom til Føroya á vitjan í summar Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Tað er Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum spyr Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum í einum grein 52a fyrispurningi.

Hann spyr soleiðis um kongsvitjan og umraðfestingar:

– Hvørjar umraðfestingar í viðlíkahaldi og íløgum verða gjørdar hjá Landsverki, orsakað av kongsvitjanini í summar?

Í viðmerking til spurningin vísir løgtingsmaðurin á, at í eykajáttanarlógini á vári 2024 er biðið um 700.000 krónur afturat til løgmansskrivstovuna í samband við kongsvitjanina.

– Tó er rættiliga vanligt, at ábøtur verða gjørdar á vegir og lendingar, tá kongsvitjan er, sigur Eirikur í Jákupsstovu, sum tí vil hava at vita, hvørjar umraðfestingar til viðlíkahald og íløgur verða gjørdar hjá Landsverki í sambandi við kongsvitjanina.

 

Danska Kongshúsið hevur boðað frá, at kongshjúnini koma til Føroya á almenna vitjan í summar. Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni.

– Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá boðini komu um kongsvitjanina.

 

Fríðrikur kongur og Mary prinsessa kom til Føroya á vitjan í summar Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix