fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 16.05.2017 (23:01)

Vildu gera eitt svakt nýtíðartiltak

-Ongin fótbóltur og ongin kappróður er á eystanstevnu í ár. Tí hugsaðu vit, at vit vildu gera okkurt svakt nýtíðar tiltak. Soleiðis varð runutusk til, sigur Noomi Kunoy Heradóttir, samskipari av nýggjum tiltaki, sum verur á eystanstevnu í ár.

 

 

Runutusk er ein fimm kilometra rennitúrur á eini forðringsbreyt við eini 20 til 30 forðingum. Breytin verur runt Toftavatn og sjógvur, runa, grús og bakkar vera nakrar av forðingunum, sum einstaklingar, feløg ella fyritøkur, sum melda seg til kappingarnar, skulu fáa bilbugt við. Tað er alt frá renning, svimjing, klintring, grulving sum roynast skal til avbjóðingina

 

 

-Forðingin er hóskar seg væl teimum, sum ongantíð áður hava roynt slíkt, men bjóðar avgjørt eisini teimum royndu av, sigur Noomi Kunoy Heradóttir og leggur afturat, at hon væntar luttakarar úr øllum landinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her