- Eg ynski ikki at gerast partur av einum valstríði. Tað er tað síðsta, ið ÍSF hevur brúk fyri nú, tá ósemjan millum feløgini hevur skapt ein djúpa gjógv. Tí havi eg valt at takka nei til tilboðini.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, um leysasøgurnar, at hann var í uppskoti til at gerast næsti forsetin í ÍSF, eftir at Petur Elias Petersen legði sessin frá sær í apríl.
Sambært Kaj Leo Holm Johannesen, so vóru tað fleiri feløg, ið vóru klár at stuðla honum.
- Tað vóru eini átta sersambond, ið ynsktu at eg stillaði upp, men eg gjørdi teimum greitt, at eg segði bara ja, um eg var einasta valevni. Tá tað so vísti seg, at tað var eitt annað valevni, so takkaði eg nei, tí eg ynski ikki at draga ÍSF út í eitt valstríð.
Í staðin bendir alt á, at tað verður Elin Heðinsdóttir Joensen, ið verður nýggi forsetin í Ítróttarsamband Føroya. Trettan út av sekstan sersambondum hava nevniliga peika á forkvinnuna í Fimleikasambandinum til nýggjan forseta.