Vilhelm Johannesen fyllir 75 ár í morgin

Fyrrverandi landsstýrismaður, løgtingsmaður, býráðslimur, postmaður og blaðstjóri fyllir í morgin 75 ár

Fyrrverandi landsstýrismaður, løgtingsmaður, býráðslimur, postmaður og blaðstjóri fyllir í morgin 75 ár

 

Í morgin fyllir Vilhelm Johannesen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður 75 ár. Hann er føddur í Klaksvík, har hann eisini vaks upp og hevur búð alla sína tíð – uttan skiftið, hann sat sum landsstýrismaður.

 

Vilhelm var fyrstu ferð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í 1980 og sat á tingi til 2008, tá hann ikki stillaði uppaftur.

 

Hann umboðaði Norðoyggjar í løgtinginum, og fyri tíðina í landspolitikki sat hann í Klaksvíkar býráð, har hann frá 1975 til 1984.

 

Vilhelm trein á landspolitiska pallin, tá hann í 1979 varð valdur í landsstýri. Vilhelm sat sum landsstýrismaður til 1981 og aftur frá 1985 89.

 

Vilhelm Johannesen var blaðstjóri á Sosialinum frá 1972 til 1979 og hevur eisini arbeitt fyri Postverk Føroya.

 

Hann er pápi Aksel V. Johannesen, Føroya løgmann og formann Javnaðarfloksins.

 

75 ára dagurin hjá Vilhelmi verður hildin í Gamla Seglhúsinum við Klaksvíksvegin, í morgin, fríggjadagin 4. august, frá klokkan 16 til 20.