Vilhelm og liðfelagarnir vunnu týdningarmiklan botndyst

Við teprum sigri á Kolding hevur Lemvig-Thyborøn enn møguleikan at yvirliva í bestu donsku hondbóltsdeildini

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn høvdu ryggin móti múrinum í kvøld, tá teir á heimavølli tóku ímóti Kolding í einum sonnum botngysara.

 

Tað eydnaðist Lemvig-Thyborøn at knógva ein tepran 25-24 sigur. Vilhelm skoraði til 25-24 tá hálvurtriðji minuttur var eftir av dystinum. Seinasta løtan gjørdist nervakend, har bæði liðini brendu. Tað var alt avgerandi fyri Lemvig-Thyborøn, at málverjin, Emil Tellerup bjargaði einari málroynd tá bert tvey sekund vóru eftir av dystinum. 

 

Vilhelm skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál í dystinum. 

 

Í steðginum stóð einki til hjá Vilhelm og liðfeløgunum. Tá var Kolding á odda 14-12.

 

Lemvig-Thyborøn er aftast í deildini við 13 stigum. Nordsjælland er næstaftast við 14 stigum, og Kolding er triðaftast við 15 stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 verður seinasta umfarið leikt í grundspælinum.

 

Lemvig-Thyborøn spælir á útivølli móti oddaliðnum, Aalborg. Ein sera torfør uppgáva hjá Vilhelmi og liðfeløgunum, men teir eru pískaðir at fara eftir sigrinum.

 

Kolding tekur somu klokkutíð móti Skjern á heimavølli, og somu klokkutíð spælir Nordsjælland móti næstfremsta liðnum, Fredericia á útivølli.

 

So er at vóna, at Lemvig-Thyborøn kann spæla besta dystin í árinum og sleppa undan aftasta plássinum, og harvið beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina.