Vilhelm skoraði og legði upp til 153 mál

Vilhelm Poulsen var tann ellinti besti leikarin í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini, tá tað kom til at leggja upp til mál

Landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn vóru fyri tí tungu lagnu at enda aftast í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini, og tí mugu teir tungu leiðina niður í næstbestu donsku hondbóltsdeildina.

 

Hóast Lemvig endaði á aftasta plássinum, so var Vilhelm tann ellinti besti assist-leikarin í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Vilhelm legði upp til 73 mál hjá liðfeløgunum í 26 dystum, ið má sigast at vera rættiliga gott. 

 

Anders Kragh Martinussen hjá Fredericia var fremstur á assist-yvirlitinum við heili 147 uppleggum til mál hjá liðfeløgunum í 26 dystum.

 

Vilhelm skoraði 80 mál upp á 146 málroyndir. Vilhelm gagnnýtti sostatt 54,8 prosent av málroyndunum hjá sær. Vilhelm er á einum 42. plássi á toppskoraralistanum.

 

Staðfestast kann, at Vilhelm í mun til endastøðuna hjá Lemvig-Thyborøn hevði persónliga eitt rættiliga gott kappingarár. 

 

Liðfelagin hjá Lemvig-Thyborøn, Jeppe Gade var besti málskjúttin í grundspælinum við heili 200 málum upp á 329 málroyndir. Jeppe Gade skoraði upp á 60.8 prosent av málroyndunum hjá sær.