fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 10.8m/s

Leita á in.fo

Eitt fortekning, ið kommunan hevur fingið av Great Northern verkætlanini.

Hallur av Rana 18.06.2017 (17:45)

Vilja byggja risa háhús í Keypmannahavn

Keypmannahavn kann um nøkur ár gerast heimstaður til hægsta bygning í Vesturevropa. Tað er hvørt fall ætlanin hjá einum ókendum byggiharra, ið hevur søkt Københavns Kommune um loyvi at byggja tvey háhús í býarpartinum Nordhavn.


Talan er um tvey háhús, ið líkjast seglbátum, har tað størra teirra skal vera 330 metrar til hæddar, meðan tað smærri verður einans 190 metrar høgt.


Verkætlanin, ið hevur fingið heitið Great Northen umfatar m.a. eina metrostøð, handilsmiðstøð, bústaðir, skrivstovur og gistingarhús.


Um ætlanin verður góðkend, so verður talan um hægsta bygning í Vesturevropa. Frammanundan eru tað einans tríggir bygningar í Evropa, ið eru hægri enn teir 330 metrarnir, og liggja teir allir í Moskva.


Tað er tó hørð kapping um byggiplássið, tí frammanundan hevur teknistovan BIG, Bjarke Ingels Group, sum m.a. hevur teknað Marknagilsdepilin, søkt um loyvi at byggja eitt háhús, H.C. Andersen Adventure Tower, ið skal vera 280 metrar høgt, og skal vera miðdepilin í eini nýggjari undirhaldspark í høvuðsstaðnum. Um BIG vinnur kappingini um økið, so verður H.C. Andersen Adventure Tower hægsti bygningur í Skandinavia.


Sambært skjølum hjá Københavns Kommune, sum danskir miðlar hava fingið innlit í, mæla embætisfólk í kommununi frá báðum verkætlanunum, tí tær lýka hvørki kommunuætlanina ella byggisamtyktirnar í økinum, men kommunupolitikarar, ið Berlingske og Politiken hava tosað við, eru positivt sinnaðir fyri at gera undantøk í lógarverkinum, soleiðis at Keypmannahavn skjótt kann húsa í hvørt fall einum av hægstu bygningunum í Evropa. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her