Vilja gera toymi at bjarga vilstum hvalum

Ein seiðhvalur, sum var vilstur inn á Mariager fjørðin í Danmark, doyði fríggjadagin, og nú vilja borgarar í Hobro forða fyri, at slíkt kann henda aftur.

Ein bólkur av fólki í Hobro var í holt við ein bjargingarroynd at bjarga vilsta hvalinum, men hann doyði, áðrenn tað lukkaðist at gera bjargingina. Nú vilja hesi fólk verða betur fyrireikað til næstu ferð.

DR skrivar, at fólkini í Hobro vilja hava danskar myndugleikar at manna eitt bjargingarlið, sum skal vera til reiðar at bjarga neyðstøddum hvalum og øðrum stórum havdjórum.

– Tað skal vera eitt toymi við sjófólki, djóralæknum, kavarum og hvalaserfrøðingum, sum kann rykkja út innan 24 tímar, sigur Anita Sønderup, sum er eitt av fólkunum í Hobro-bólkinum, við DR.

– Ein neyðstaddur hvalur skal hava hjálp eftir djóraverndarlógini. Hvalurin skal hava føði og læknahjálp, og kann hvalurin ikki bjargast, skal hann avlívast humant, sigur hon.  

Deyði seiðhvalurin í Mariager Fjord var í dag fluttur til Hobro, har hann skal kannast.